Umsiting – Húsavarðatænastur

Eigur tú eina ella fleiri eindir, men ikki hevur tíð ella hug at passa tær?

Vit geva tær ein heildarpakka, har vit taka okkum av øllum víðlíkahaldi, finna nýggjar leigarar, taka okkum av kundasamskifti o.s.fr.. Vit brúka leigaraplattformar, og á tann hátt tryggja vit, at rætti leigari verður funnin, og til rætta prís.

Tú fært mánaðarliga uppgerð upp á bústaðin samt verður ein gjøgnumgongd av eindini hvørt kvartal, soleiðis at tryggjað verður, at alt er í lagi.

Millum leigarar verður umvæling av evt. sliti v.m.. Møgulig tól, sum eru vorðin í ólagi, verða skift út, soleiðis at íbúðin er í besta standi.

Alt hetta uttan at tú skalt lyfta ein fingur.

Prísur:

Vit taka provisión á 10 %, hevur tú eina eind at leiga út.

Hevur tú fleiri eindir, so er møguleiki hjá okkum at bjóða eitt lægri provisión %.

Set teg í samband við okkum her.