Langtíðarleiga

Selected Value: 0
Selected Value: 0
Selected Value: 0
1 ringur standur 10 góður standur

Umsiting av langtíðarleigumálum

Tað hevur ongantíð verið lættari at leiga út.

Vit tryggja, at títt leigumál alla tíðina hevur leigara, soleiðis at tú hevur inntøkur alt árið.

Vit tryggja við hálvárligum sýnum av leigubústaðnum, at vanligar húsarhaldsskyldur verða hildnar, og at vanligt viðlíkahald verður gjørt.

Vit taka okkum av leigumálinum hjá tær, sum var tað okkara egna.

Vit gera alt kundasamskiftið fyri teg, soleiðis tú verður ikki órógvað/ur í tíð og ótíð, skuldi leigarin havt nakrar spurningar ella trupulleikar.

Vit finna nýggjar leigarar, tá leigaraskifti er, samt avgreiða skjótt viðlíkahald fyri vanligum slitið millum leigarar, soleiðis at leigubústaðurin er í besta standi.

Nýggi leigarin verður funnin eftir eini gjøllari screeningsprocess, soleiðis at vit tryggja, at tú hevur tann besta leigaran. Vilt tú sjálvur velja leigara, so kunnu vísa tær bestu kandidatarnar áðrenn.

Tú fært eina mánaðarliga uppgerð, samt inntøkuútrokningar. Á tann hátt fært tú fylgt við og sært, um hetta er rætta loysnin fyri teg.

Fyri eitt einstakt leigumál er prísurin 10 % av leiguinntøkunum.

Ert tú áhugað/ur, set teg so í samband við okkum. Vit svara øllum fyrispurningum.