Umvæling til langtíðarleigu
Okkara ætlan er at finna fólk sum hava ein kjallara ella íbúð, sum tey ikki eru heilt liðug við – ella ikki hava førleika ella orku at gera heilt liðug, koyrd út á leigumarknaðin. Her kunnu vit nýta okkara serkunnleika til at gera umvælingina lidna samt leiga eindina út, soleiðis at íløgan er innkomin innan leingi, og tú byrjar at tjena pengar upp á íbúðina.
Tað einasta, tú skalt gera, er at siga, at tú ert áhugað/ur, so geva vit tær:
- Eina kostnaðarmeting upp á umvælingina.
- Eina meting av útleigukostnaðinum.
- Eina virðismeting, sum húsið hevur fingið afturat.
- Eina greiða tíðarætlan, har tú sært, nær íløgan er inngoldin, og hvussu nógva inntøku tú hevur av bústaðinum í tíðarskeiðinum, vit hava ábyrgd av honum.
Prísur:
- Vit taka 10% av leiguinntøkunum.
Hví velja okkum?
Orsøkin til, at tú skalt velja okkum ístaðin fyri eina aðra fyritøku, er, at vit taka váðan burtur úr hondum tínum við at gjalda fyri umbyggingina – har gjaldið fyrikemur í útleiganini. Samstundis sleppur tú undan at hugsa um, at vit lata eina hálvlidna verkætlan frá okkum. Tí einasti mátin, vit kunnu tjena pengar uppá, er at fáa íbúðina lidna sum skjótast og út á marknaðin.
Tó kunnu vit við avtalu bjóða at gjalda kostnaðin av umvælingini, afturfyri at vit umsita leigumálini í ávíst tíðarskeið.
Ljóðar hetta áhugavert, set teg so í samband við okkum her.