Umsiting av leigubústøðum

Ert tú áhugað/ur í at finna útav, hvussu nógv tú kanst vinna upp á útleigan?

Umsiting A-Z

Hevur tú fleiri hús ella íbúðir, so eru vit møguliga tann rætti samstarvspartnari fyri teg. Vit bjóða tænastur, sum kunnu gera tryggja at tínar ognir geva tær rætta avkastið, umframt at loysa teg frá samskifti við leigara, viðlíkahaldi og mangt aftrat.

Les meira her

Stutttíðarleiga

Eigur tú eini frítíðarhús ella íbúð, sum tú ynskir at fáa inntøku burturúr, ella hevur tú hug at forvinna pening meðan tú ert og ferðast? So er at ringja ella skriva til okkara, vit kunnu tryggja tær góðar inntøkur uttan at tú skal lyfta ein fingur.

LES MEIRA HER

Langtíðarleiga

Hevur tú eina íbúð ella eitt hús, sum tú umhugsar at leiga út? Men ynskir ikki stríðið, sum fylgir við? Vit kunnu hjálpa tær við at finna rætta leigaran, at peningurin kemur inn til tíðina og avgreiða viðlíkahaldsuppgávur.

Ring ella skriva til okkum, vit vilja fegin hjálpa tær við hesum.

Les meira her

Her ber til at bíleggja bústaðir hjá Vert

Ognartænastan skiftir navn til Vert

Vit hava í eina tíð ætlað okkum at skift navn, og herfyri fall valið á Vert.
Vit fegnast um okkara nýggja navn, tí tað lýsir, hvørji vit eru, og hvat vit gera.

Sambært Sprotanum er Vert eitt heiti fyri innivist. Harafturat kenna vit øll ein góðan vert.

At “verta” kann lýsast sum alt tað góða, ein vertur ger fyri sínar gestir, og tað er nevniliga tað, vit vilja gera fyri okkara gestir. Vit eru vertir í húsunum hjá eigaranum, og vit verta gestinum, sum var tað okkara egnu hús.

Vit ynskja at gestsins uppihald verður gull vert.

Short english version:

Ognartænastan is changing name to Vert.
Vert is faroese word for accomodation, while Vert also means host and value.
We are your host, while you are staying at one of our places, and we want to give you the best possible values while hosting you.

 
 
Skalt tú út at ferðast í summar?

Vit kunnu hjálpa tær við at vinna pening, meðan tú ferðast!

Vit kunnu lýsa við húsum, summarhúsum ella íbúðum á teimum størstu og mest viðkomandi sølutorgunum kring heimin.

Vit samskifta við leigaran og vaska ímillum leigarar.

Alt hetta uttan at tær nýtist at lyfta ein fingur.

Les meira her

 
bústaðarmangul er ein veruleiki

Vit vilja fáa fleiri leigubústaðir á marknaðin sum skjótast

Eigur tú hús ella íbúð, sum tú ikki leigar út, set teg í samband við okkum. Hetta kunnu vit hjálpa tær við.

 
 

Hug at tjena uppá tínar ognir uttan at lyfta ein fingur?

Les meira her

Allround tænasta

Ognin hjá tær fær eina hálvárliga skoðan fyri at tryggja, at ongar ábøtur eru neyðugar.

Eru neyðugar ábøtur, so verða tær gjørdar.

 learn more

Eru trupulleikar hjá leigaranum

Brotnar okkurt, eru vesini tipt, hurðin gongur illa, so orðna vit hetta uttan tú sum húsaeigari verður órógvað/ur.

 learn more

Reingerðarhjálp í millum leigarar

Leigar tú ein bústað út til ferðafólk, so kunnu vit bjóða tær reingerð ímillum leigarar.

 learn more

Hetta eru vit

 

 

Tróndur Kollsker


Stjóri

mail: trondur@vert.fo
tlf.: +298 205052

 
 

Rógvi Helmsdal


Samskipari

mail: rogvi@vert.fo
tlf.: +298 205053

 
 

Asger Eið Karinarson


Gestatænastur

mail: asger@vert.fo

tlf.: +298 205051

 
 

Eirikur Jákupsson


Søla & Marknaðarføring

mail: eirikur@vert.fo
tlf.: +298 205057

 
 

Eir Olsen


Skrivstovulærlingur

mail: eir@vert.fo
tlf.:

 
 

Ester Justinussen


Reingerðarsamskipari

 
 

Ragnhild K. Jacobsen


OTA Onboarding and Maintenance

mail: ragnhild@vert.fo
tlf.: 205054

 

Privatpolitikkur / Privacy Policy

Learn More

Set teg í samband við okkum

Skriva til okkum her, og vit venda aftur sum skjótast.

Book here

[bookwidget	propid=169613	formAction='https://property.godo.is/booking.php'	widgetLang='en'	widgetType='BookingBox']