Langtíðarleiga

Selected Value: 0
Selected Value: 0
Selected Value: 0
1 ringur standur 10 góður standur
Click or drag files to this area to upload. You can upload up to 20 files.

Umsiting av langtíðarleigumálum

Tað hevur ongantíð verið lættari at leiga út.

Vit tryggja, at títt leigumál alla tíðina hevur leigara, soleiðis at tú hevur inntøkur alt árið.

Vit tryggja við hálvárligum sýnum av leigubústaðnum, at vanligar húsarhaldsskyldur verða hildnar, og at vanligt viðlíkahald verður gjørt.

Vit taka okkum av leigumálinum hjá tær, sum var tað okkara egna.

Vit hava alt kundasamskiftið fyri teg, soleiðis at tú ikki verður órógvað/ur í tíð og ótíð.

Vit finna nýggjar leigarar, tá leigaraskifti er, samt avgreiða skjótt viðlíkahald fyri vanligum sliti millum leigarar, soleiðis at leigubústaðurin er í besta standi.

Tú fært eina mánaðarliga uppgerð og inntøkuútrokningar. Á tann hátt fært tú fylgt við og sært, um hetta er rætta loysnin fyri teg.

Fyri eitt einstakt leigumál er prísurin 10 % av leiguinntøkunum.

Ert tú áhugað/ur, set teg so í samband við okkum. Vit svara øllum fyrispurningum.