Umsiting av tíni ogn
Tað hevur ongantíð verið lættari at tjena pengar.
Heildarumsiting gevur tær møguleikan at vinna pening við at útleiga tín bústað til ferðafólk. Hetta uttan at at tú skalt lyfta ein fingur. Tilboðið er serliga egnað til tann, sum hevur eina útleiguogn ella summarhús afturat sínum føstum bústaði. Eisini er møguligt hjá okkum at umsita tína ogn í eina summarferiu ella í tíðarskeiðum, har tú ikki sjálv/ur brúkar ognina.
Tænasturnar, vit bjóða, eru:
- Uppsetan av útleiguvanga.
- Myndatøka av bústaðnum.
- Prísoptimering av bústaðnum.
- Marknaðarføring av bústaðnum á størstu útleigutorgunum í heiminum.
- Avgreiða samskiftið við leigaran.
- Standa fyri útflýggjan av lykli til leigaran.
- Hava egin seingjarklæði, handklæði, sápur o.s.fr.
- Avgreiða smærri viðlíkahaldsuppgávur, sum standast av útleiganini.
- Vaska ímillum leigarar.
Prísir:
Vit taka 25% av leigukostnaðinum, hevur tú eitt leigumál útleigað ígjøgnum Ognartænastuna. Hevur tú tríggjar ella fleiri ognir, er kostnaðurin 20%.